Sólin setir seg í kvøld Yvir bygd og land Grýtan kólnað, bríkin køld Ravnarnir setast á sand
Í deyðans døkka dimma dali Ljós lívsins er sløkt Lív í leiki dystin tapti Svarta deyðans økt
Oyðin bygd við havið lá Kvirt er innan húsagátt Manntóm blikandi still er vág Døpur er tann drepandi sótt Eittans lív her anir enn Í smáttu innan garð Nornan hon kvettir ein tráð í senn Ein enda hesin eisini faer
Í deyðans døkka dimma dali Ljós lívsins er sløkt Lív í leiki dystin tapti Svarta deyðans økt
Sita skal eg sorgarvakt Yvir fjøld og aett Tá mítt síðsta orð er sagt Deyðin stíg tú innar laett
Í deyðans døkka dimma dali Ljós lívsins er sløkt Lív í leiki dystin tapti Svarta deyðans økt